Danskir fjølmiðlar hava í seinastuni gjørt nógv burtur úr samsýningini, sum formenninir í summum fakfeløgum fáa, tá teir fara frá. Í tí eina førinum bleiv umrøðan so stór, at ein fráfarin formaður valdi at rinda felagnum peningin aftur.
Í gjár visti Jyllandsposturin at siga, at forkvinnan í sjúkrasystrafelagnum, Connie Kruckow, fær heilar 807.990 krónur, um hon ger av at fara úr formansstarvinum. Skipanin hjá sjúkrasystrafelagnum er, at formaðurin fær tvær mánaðarlønir í fráfaringarsamsýning fyri hvørt árið, hon er formaður. Connie Kruzkow hevur verið formaður hjá donsku sjúkrasystrunum í góð 10 ár.
Umframt sjúkrasystrafelagið hava eitt nú lærarafelagið, kristiliga fakfelagið og fakfelagið hjá almennum starvsfólki eina slíka fráfaringarsamsýning.