Tað er sjálvandi keðiligt at ganga við pínu eyka leingi, men eg havi prøvað verri, eri ein pionerur og gleddi meg eisini til at Føroyar verða heimsins beðsta land.
Í morgum, 2 tímar áðrenn eg skuldi til tannlækna, og 15 minuttir áðrenn dagliga panodil dosisin virkaði, ringdi hon aftur: Tíðin hjá mær var avlýst, tí hon sá knappliga at eg skyldaði pengar. Eg minti hana á, at pengarnir í lummanum hjá mær vóru klárir at hava við, sum avtalað. Tá segði hon, at eg beinanvegin skuldi fáa eina nýggja tíð, sum hon skuldi senda mær við postinum. Eg spurdi, um hon ikki heldur kundi ringja mær nýggju tíðina. Eg haldi tað vera so býtt at brúka Snail Mail í landinum sum selur seg sum KT Heaven, alt meðan eg skuldi hava tannapínu, meðan eg bíðaði eftir postinum osv. Hettar skilti hon ikki, og samtalan endaði.
Skrivað stendur: ...og Jesus tókti hjartaliga synd í teimum..
Bíblian er borgarligt umsett, soleiðis at øll, sjálvt hvør gomul kona, skulu kunna lesa hana, uttan harvið at missa morgunmatarlistin og gleðina í tí dagliga. Ein slags sunnudagsskúlabaserað bók. Tað sum upprunaliga stóð, var meira ala: ...og tað sum Jesus sá, fekk hann at føla tað, sum um allur innvølurin á honum vendist við, og hann vildi illa spýggja. Tað er soleiðis eg havi tað, tá eg møti inkompetansu.
Ja, eg veit at man ikki kann lesa til at vera telefondama á Tannlæknastovuni, men man kann heldur ikki lesa seg til at vera nærlagdur og hava empati og entusiasmu. Arbeiðsmangul og ALS ger, at øll skuldi kunna funnið sína hyll og so kundi, í hesum førinum, passandi verið settur upp ein telefonsvarari, meðan vit bíða seinastu 8 árini, inntil greinarnar vaksa inn í himmalin. Í løtuni eri eg har sum piparið grør.