Loysing oyðileggur

Danskarar eru eitt fólk. Teir elska sínu egnu. Danskarar lurta eftir Gasolin og Shubidua. Og teir eru stoltir av, at allur heimurin nýtir vitanina hjá H. C. Ørsted og Kierkegaard og vita, at øll hoyra søgurnar hjá H. C. Anedersen. Tá danskarar koma saman, savnast teir um danskarar, sum Dirch Passer, Tv2 og Linie3 og eru saman við hvørjum øðrum.

Føringar eru størri og annaðleiðis. Teir importera stór verðinsnøvn. Í Føroyum hava nógvar stjørnur verið. Føroyar eru fantastiskar, tí øll møgulig kend hava verið í Føroyum.

Men Danskarar sýnast at tykjast best um sínu egnu.

Danskarar elska Danfos og Damixa.

Lat okkum loysa frá Danmark og lata Danmark fáa frið.

Danmark hevur ikki brúk fyri einum hjálandi, sum ikki eingang orkar fyri sær sjálvum.