Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
-----------
Ongin kennir avleiðingarnar av uppskotinum til nýggja stýrisskipan, men líkt er til, at loysingin í hesum døgum verður lirkað ígjøgnum bakdyrnar í Løgtinginum. Fjøldin av føroyingum fær onki at vita, og miðlarnir hava higartil víst málinum lítlan áhuga, hóast tað kann fáa ovurstóra ávirkan á okkum øll
Skulu føroyingar vakna við kaldan dreym um nakrar fáar vikur, tá Føroyar eru nøkur fá fet frá at loysa frá hinum partinum av Ríkinum?
Hetta er stóri spurningurin, nú formansskapurin í Løgtinginum fyri fáum døgum síðani framdi grundlógarbrot og trýsti eitt ólógligt uppskot um føroyska stjórnarskipan fyri Løgtingið.
Hetta hendi væl at merkja, uttan at føroyingar flest fingu nakað at vita um málið. Fjølmiðlarnir sýndu málinum lítlan áhuga, hóast tað kann fáa ovurstóra ávirkan á okkum øll.
Grundlógin er brotin
Tað, sum í stuttum hendi í Løgtinginum í farnu viku er, at innanhýsis løgfrøðingarnir og stjórin á Løgtingsskrivstovuni gjørdu vart við ein sera álvarsligan trupulleika: at eitt lógaruppskot um nýggja stýrisskipan brýtur við landsins Grundlóg og yvirskipaðu reglur í Stýrisskipanini, Heimastýrislógini og Tingsskipanini.
Løgfrøðingarnir mæltu tí til, at formansskapurin mælti Tinginum til, at vísa uppskotinum burtur.
Hetta valdi formansskapurin at ignorera. Hann valdi tí tilvitað at bróta Grundlógina og hinar yvirskipaðu lógirnar í Føroyum við at trýsta lógaruppskotið fyri Løgtingið kortini.
Hesin framferðarháttur er óhoyrdur og hoyrir ikki heima í nøkrum demokratiskum tjóðartingi!
Reglur, sum eru ætlaðar at vera ein trygd hjá borgarum í hesum landi, verða uttan himpr settar til viks – uttan at nakar talar at..
Føroyar kunnu sum demokratiskt land og rættarsamfelag ikki standa modell til slíka framferð.
Hvar eru tit í fjølmiðlunum, ið siga tykkum vera vakthundur hjá fólkaræðinum?
Hví taka tit ikki málið upp, seta kritisku spurningarnar, greiða borgarum frá og perspektivera hetta? Er tað ikki tykkara fornemmasta uppgáva?
Loysing inn gjøgnum bakdyrnar
Eftir mínum tykki verður tað, sum Fullveldissamgongan ikki kláraði í samráðingunum við donsku stjórnina í ár 2000, nú lumpað inn í Løgtingið av einum fullveldis-løgtingsformanni.
Hetta er loysing inn gjøgnum bakdyrnar, og tað er av fleiri orsøkum, m.a.:
· Bæði lógartekniskt og í innihaldi brýtur uppskotið við Grundlógina, Stýrisskipanina, Heimastýrislógina og Tingskipanina
· Ongin veit, hvørja juridiska tign og vekt nýggja lógin er ætlað at hava í mun til Grundlóg, Stýrisskipan og Heimastýrislóg
· Ongin veit, hvussu lógin skal fatast ella tulkast, um uppskotið verður samtykt
· Ongin kennir avleiðingarnar av uppskotinum
· Nýggja lógin er ætlað at koma í gildið eftir eina einstaka samtykt í Løgtinginum og fólkaatkvøðu. Galdandi reglur siga annars, at tvey løgting (við vali ímillum) skulu samtykkja slíka lóg í óbroyttum líkið
Tað er eitt stórt mistak, at Sambandsflokkurin hevur lovað hesum uppskotinum ígjøgnum. Ein tingmaður úr Sambandsflokkinum hevur í formansskapinum mælt ímóti, men tað hjálpir lítið.
Sannleikin má fram
Allar alarmklokkur eiga at ringja, og øll ávaringarljós eiga at blunka.
Løgtingið eigur í minsta lagi at vísa uppskotinum frá sær, til tað lýkur krøvini, ið løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum seta.
Serfrøðingar í statsrætti og fólkarætti mugu á banan at greina, hvat vendir upp og niður í málinum.
Hvussu stendur henda nýggja lóg í mun til Grundlóg, verandi Stýrisskipan og Heimastýrislógina? Tað mugu vit vita.
Vit mugu vita púra greitt, hvørjar avleiðingar uppskotið fær.
Landsstýrið og Ríkisstjórnin eiga at hava felags forstáilsi fyri, at nýggja stjórnarskipanin er í lagi og verður sett í gildi.
Miðlarnir eiga at lýsa málið – objektivt og við egnum kanningum – ikki bert við at spyrja hendan ella handan politikaran.
Og borgarar eiga at fáa sannleikan at vita.
Klappa í sínar smáu hendur
Men hvat hendir í løtuni? Jú, vit tralla spakuliga víðari. Fylgja við høpisleysum samráðngum um fíggjarlógina og síggja X-faktor í sjónvarpinum.
Alt ímeðan Tjóðveldi og fullveldisfólk í tí dulda klappa í sínar smáu hendur.
Í løtuni bendir nevniliga nógv á, at tey kunnu vinna sær fullveldi í Føroyum.
Málið er lirkað spakuliga inn gjøgnum bakdyrnar í Løgtinginum, uttan at nakar úti í samfelagnum letst um vón.