Loypti hvøkk á bilførara

Tað er at spæla við lívinum, heldur løgreglan

Fyrra helvt av vikuskiftinum hevur verið stað friðarligt hjá løgregluni. Men løgreglan sigur, at í gjárkvøldið ringdi ein bilførari úr Suðuroy til løgregluna. Hann hevði verið fyri einum rættiligum hvøkki, tí best sum hann kom koyrandi ígjøgnum Ørðavíkarlíð, gekk ein maður eftir vegnum, í myrkum klæðum og ongum endurskini. Sosatt sá hann ikki mannin fyrr enn beint áðrenn hann kom til hann og tískil gjørdi hann ikki mætari enn at ringja til løgregluna.

 

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og tey fingu eisini fatur á manninum og fingu tosa við hann um álvaran í hesum at ganga á vegnum við ongum endurskini, tí tað er at spæla við lívinum.

 

Annars steðgaði løgreglan einum bili í Eysturoy og tá ið tey tosaðu við bilføraran fingu tey illgruna um, at hann var ikki edrúur. Tá ið hann blásti í alkometri, slóg tað eisini út, so nú er blóroynd tikin av honum.