Fólk, sum trúgva uppá rúmdarverur og UFO verða mangan hildin at verða í ørviti. Men nú benda loynilig skjøl á, at okkurt er um tosið. The Sun skrivar í dag, at ein amerikanskur agentur hevur funnið tríggjar rúmdarverur og UFO. Tað avdúkar ein røð av fyrr loyniligum FBI skjølum, sum eru almannakunngjørd á netinum.
-Hetta varð funnið í New Mexico. UFO?ini vóru rund við høgari miðju, og vóru áleið 15 metrar í diametur. Í hvørjum av skipunum vóru tríggir menniskjaliknandi kroppar, men teir vóru bert áleið 90 cm, og ílatnir metallíknandi klæðum, greiður agenturin frá í skjalinum.
Kropparnir hjá hesum mennskjalíknandi tingum vóru sendir til amerikansku militærbasuna í Area 51 í Nevada. Tað eydnaðist tó at fjala hendingina fyri almenninginum.
Fleiri UFO trúgvandi granskarar hava eftir hesa hendingin víst sína gleði. Serstakliga UFO serfrøðingurin Nick Pope er fegin um hendingina.
-Hetta er tað veruliga X-Files. Skjølini kunnu verða tað endaliga prógvið uppá, at tað finnast UFO, sigur hann við The Sun.
Les víðari her vault.fbi.gov/UFO/UFO%20Part%201%20of%2016/view
Kelda: eb.dk