Einkjan eftir russiska rithøvundin Alexanders Solzhenitsyn hevur gjørt av at geva út loyniligu dagbókina hjá manninum. Tað er eitt gott ár, síðani Solzhenitsyn doyði í heimi sínum í Moskva, 89 ára gamal.
Í samrøðu við eina franska tíðindastovu viðgongur einkjan, Natalia Solzhenitsyn, at tað var ongantíð ætlanin hjá manninum, at dagbókin skuldi almannakunngerast, men at hon kortini hevur valt at geva hana út.
Natalia Solzhenitsyn sigur, at tey, sum fara at lesa dagbókina, fáa innlit í lívið hjá einum manni, sum ongantíð var í iva um tað, sum hann gjørdi. Gongst sum ætlað, kemur bókin út í næsta mánaði.










