Lovsongur úr Kelduni

Nýggj fløga við live-upptøkum úr Kelduni kemur nú á marknaðin

Á fløguni eru upptøkur, sum eru gjørdar á lovsongskvøldi, sum var í Kelduni 7. juni í ár.

 

Stórur partur av sangunum eru skrivaðir í tí lovsangsumhvørvi, sum eyðkennir Kelduna. 13 sangir

eru á fløguni og eru teir allir á føroyskum. Heitið á fløguni er “Tú talar vón”.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Keldan vil røkka út til menniskju við sangi og tónleiki, sum dýrmetur Gud. Vónin hjá Kelduni er, at lovsangurin á fløguni skal vera við til at leiða nógv menniskju inn í nærvera Guds.