Nýggi og heldur forkunnugi bólkurin LoverLover byrjaði sum eitt hugskot hjá Filip Mortensen og Petur Háberg. Men tá ið teir fingu í boði at spæla eina heldur spennandi konsert, kom glið á sangskrivingina, og í næstum fara teir báðir, at geva út nøkur stakløg.
Petur Háberg og Filip Mortensen byrjaðu sína sangleið saman sum LoverLover, við at ringja til Eivør Pálsdóttir, og spyrja um tað bar til at hita upp fyri Eivør í Vega fyrr í ár.
- Tá Eivør segði ja til tað gjørdist vit rættiliga bilsnir. Vit skundaðu okkum tá at seta okkum saman, og skriva nøkur løg og finna eitt heiti til bólkin, siga teir báðir Filip og Petur.
Síðani tá hava teir framført rættiliga nógv, og fyri framman hjá teimum eru nakrar framførslur í Danmark og tíð í upptøkuhølunum.
- Vit fara at geva út tvey stakløg í heyst. Vit ætla ikki at geva fløgur út, men vilja gjarna geva út stakløg við jøvnum millumbili, siga teir báðir.
Tað var klokkan 00.30 hóskvøldið, at teir báðir framførdu á torginum á Summarfestivalinum









