Love on air

Tað sigst at tað varð bæði mussað og klemmað, so tað stóð eftirí, tá bretsku, Julie og Simon, hittust á Café Natúr í Havn. Tað er Sjónvarpsstøðin, ITV, sum hevur sent tey bæði til Føroya á sonevnda »blind date«

Bretska sjónvarpsstøðin, ITV, ið sambært sær sjálvari er betur dámd enn sjálvt BBC, hevur verið í Føroyum, við einum stórum upptøkuliðið. Endamálið við ferðini, var at royna at fáa tað at renna saman millum tvey ungfólk, ið høvdu vunnið hesa ætlaðu kærleiksferðina í undirhaldssendingini »Blind Date«.


Muss og klemm


Móttøkan, tey 23 ára gomlu »forelskaðu«, Julie og Simon, hava fingið í Føroyum, stendur lítið aftanfyri kongaligar vitjanir. Tey hava verið borin á lógvum kringum í føroyska summarveðrinum, og endabresturin var stórt tiltak tórskvøldið, ið skipað varð fyri á Cafe Natúr. Tað sigst at har var bæði mussað og klemmað, so tað stóð eftirí?


Hjørtuni gingu kyk


Ferðaráð Føroya hevur staðið fyri tiltøkunum í Føroyum. Og tey hava ikki ligið á tí latu síðuni. Skipað varð fyri flutningi í Rolls Royce og á hestabaki, og kærleiksvatn úr Varmakeldu varð nýtt til tess at fáa tað at renna saman millum tey bæði, skjótast gjørligt.


Úr lógvunum varð dúgliga leskað á hesar flógvu kærleiksdropar, meðan blonku og fjaru eygnabráini á teimum báðum møttust undir skýmligu lonini við Áarveg. Meðan hjørtuni, sum sagt verður, gingu kyk við borðið, og hitnaðar hendur funnu saman, spældi bólkurin Unnustur tónleik, ið ikki gjørdi støðuna minni romantiska.


Einir 10 milliónir bretar fara at síggja sendingina úr Føroyum, og tað hevur týdning fyri føroyska ferðavinnu, sigur fyribils »kærleikssamskiparin« á Ferðaráði Føroya, Birita Nolsøe. Hon væntar, at ITV verður aftur at síggja í Føroyum heilt skjótt.


Vit her á blaðnum, eru meira spent at vita, um nakar dugur er í dropunum úr Varmakeldu?