Tað einasta hann vil lova er, at Arbeiðseftirlitið fer at rigga so væl sum tilber innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum eru til taks.
Hetta gjørdi hann Løgtinginum greitt tá ið Bjørt Samuelsen, tinglimur fyri Tjóðveldi, spurdi hann, hvørja trygd hann kann veita fyri at Arbeiðseftirlitið fer at megna at røkja allar lógarásettar uppgávur til fulnar, nú játtanin er skerd og stovnurin er lagdur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
- Eg haldi, at tað, sum er gjørt, er forsvarligt, leggur hann afturat.
Hann sigur, at endamálið er at samanlagdir stovnar kunnu troyta somu fólk og hentleikar.
Hann fór enntá víðari og metti, at eisini Brunaumsjón Landsins, ið somuleiðis er ein eftirlitsstovnur, eisini kann kann fáa nyttu av at samstarva við samanlagda stovnin, tá ið eftirlit skulu gerast.
Endamálið er at fáa rakstrarútreiðslurnar av almennu umsitingini niður.
Tinglimir spurdu, hvussu nakar kundi váttað at Arbeiðseftirlitið fer at virka til fulnar, tá ið stjórin sjálvur staðfestir, at hann er ikki serliga kunnugur við hetta økið, tí hann hevur eitt heilt annað virkisøki.
Løgmaður sigur, at fyri at varðveita eitt fakligt støði, skulu vit ikki hava stovnar við færri fólkum enn enn 20 fólkum.