Lovar føroyingum at 1946 fer ikki at endurtaka seg

Í gjár gjørdi Poul Nyrup Rasmusen greitt, at danska stjórnin fer ikki at leggja eitt stjórnaruppskot fram, so at føroyingar einaferð enn skulu velja og vrakað ímillum eitt uppskot frá Landsstýrinum og eitt uppskot frá stjórnini

? Tað vera føroyingar, og føroyingar einsamallir, sum sleppa at avgera framtíðarstøðu Føroya í danska ríkinum-ella uttanfyri.

Hetta gjørdi PoulNyrup Rasmussen, danskur forsætisráðharri, púra greitt í spurnarorðaskiftinum í fólkatinginum í gjár.

Sostatt lovaði hann føroyingum, at støðan frá 1946 fer ikki at endurtaka seg hesuferð.

Danski forsætisráðharrin segði, nevniliga, at stjórnin fer ikki at leggja eitt stjórnaruppskot fram, so at føroyingar skulu velja og vraka ímillum eitt uppskot frá landstýrinum og eitt frá donsku stjórinin á fólkaatkvøðuni, sum verður um framtíðarstøðu Føroya

? Í virðing fyri føroyingum fer danska stjórnin ikki at leggja eitt sjálvstøðugt uppskot fram, sum føroyingar skulu taka støðu til, saman við uppskotinum frá landsstýrinum, segði Poul Nyrup Rasmussen.

? Tað hevði ikki verið hóskandi, legði hann afturat.

Hann segði, at føroyingar vórðu komnir til Danmarkar at samráðast um einar frælsar Føroyar og tað virdi danska stjórnin.

Men hann vísti samstundis á, at danir vildu helst, at Føroyar blivu verandi í ríkisfelagsskapinum.

? Men at samráðast um aðrar skipanir enn einar sjálvstøðugar Føroyar er ikki aktuelt, legði Poul Nyrup Rasmussen afturat.

Sostatt avlívaði danski forsætisráðharrin tað, sum føroyskir myndugleikar hava verið mest bangnir fyri, nevniliga, at søgan frá 1946 fór at endurtaka seg og at stjórnin fór at noyða eitt stjórnaruppskot til fólkaatkvøðu í Føroyum, saman við uppskotinum frá meirilutanum í løgtinginum.

Hendan staðfestingin hjá Poul Nyrup Rasmussen varð staðfestur av, sum er talsmaður hjá danska Sosialdemokratur


Gruggað og forpestað

Og føroyski Fólkatingslimurin, Óli Breckmann nýtti høvi til at fegnast um hesa støðuna hjá donsku stjórnini.

? Nú er tað greitt, at tað verður bara eitt uppskot at taka støðu til á fólkaatkvøðuni um framtíðarstøðu Føroya og ikki tvey uppskot sum í 1946.

Tí hann segði, at danska stjórnaruppskotið, sum varð lagt fram í 1946, hevði gruggað úrslitið av atkvøðugreiðsluni og hevði fylgt okkum sum ein sorgarleikur líka síðani og hevði ført til afturvendandi ábreiðslur og illgruna.? Vit hava verið ógvuliga nervøsir fyri hesum, men eg fegnist um, at tað uppskotið hjá Landsstýrinum, sum verður útgangsstøðið fyri samráðingunum, segði Óli Breckmann.