Lovar at fólk í Havn skulu fáa tak yvir høvdið

Nýggja samgongan í býráðnum í Havn hevur sett sær nøkur høvuðsmál

 

Nú skal bøtast um bústaðarneyðina í Havn. Tað er eitt av høvuðsmálunum hjá nýggju samgonguni í Tórshavnar Býráð.

Heðin Mortensen, sum er valdur til borgarstjóra hesi næstu fýra árini, sigur, at upp undir valið hava tey lovað at bøta um bústaðarneyðina og tað lyftið ætla tey at halda.

– Tað er eitt lyfti frá okkum, at bústaðartrotið skal loysast, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tískil verður tað bæði eitt høvuðsmál hjá nýggju samgonguni at bera so í bandi, at fleiri bústaðir verða bygdir og at útvega fleiri grundstykki at byggja á.

Hann sigur, at tey hava longu verið í sambandi við Bústaðir, men tey fara eisini at royna at finna øðrvísi hættir at byggja upp á, so at vit fáa fleiri dygdarbústaðir skjótt.

Men akkurát, hvat hann hugsar um, er hann ikki til reiðar at siga meiri um enn, men ein máti er at byggja íbúðir í onkrum verandi bygningi. Hann vísir á, at tað varð rættiliga væleydnað at gera gamla kommunuskúlan til lestrarbústaðir, og hann ivast ikki í, at tað eisini eru aðrir bygningar, sum kunnu brúkast til bústaðarbygging, men í høvdinum kann hann ikki vísa á nakran bygning.

Hann ásannar, at Bústaðir hevur ikki nógvan pening til taks og tað hava tey eisini í huganum, men ætlanin er eisini at samstarva við størri fyritøkur um at bygga bústaðir.

Eitt, sum tosað hevur verið um í sambandi við bústaðarbygging, er, at kommunur skulu ikki selja grundstykki, men leiga tey í eini 100 ár, ella so, tí tað hevði gjørt tað munandi bíligari at bygt.

– Vit noyðast at hugsa um alternativar loysnir fyri at fáa gongd á – tí gongd skal fáast á, sigur komandi borgarstjórin.

Heðin Mortensen sigur, at eisini tað er ein møguleiki, talan kann vera um at seta í verk. Men nýggja býráðið hevur eisini onnur mál, tey fara at leggja stóran dent á.

– Vit fara at leggja stóran dent á, at menna eldraøkið og barnansingina, men umhvørvið og kloakkskipanin, er eisini á skránni.

Samgongan í býráðnum fer at brúka hesa næstu tíðina upp á at orða eitt nágreiniligari samgonguskjal, har politikkurin verður lýstur neyvari.