29 ára gamla listakvinnan Marianna Mørkøre, sum fæst við tónleik, grafikk, film, móta og dans, fekk fríggjadagin handað gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum Nevndin í grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevur avrátt at lata 29 ára gomlu listakvinnuni Marionnu Mørkøre 60.000 kr. úr grunninum. Marianna fæst við eksperimenterandi list, eitt nú við sjónbandaløg, klædnamóta og myndatøkur. Gáva verður á hvørjum ári latin listafólki, sum nevndin metir skarar framúr og tí kann koma langt á listarligu leið síni. Endamálið við grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki at fáa sær listarliga útbúgving.
Eftir handanina fríggjadagin segði ein fegin Marianna við Sosialin, at ein partur av peninginum skal nýtast til nýggja útgerð. Harumframt er ætlanin at halda 30 ára føðingardagin í New York, har hon sjálvsagt eisini fær íblástur til víðari virki sítt.
Í grundgevingini fyri gávuna segði nevndin millum annað, at Marianna Mørkøre hevur víst hegni og stórar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Listaverkini flyta mørk og bróta niður vanabundna hugsan um list. Marianna hevur nomið sær útbúgving á bachelor stigi í Fasion Promotion í Onglandi, og longu tá gjørdi hon vart við seg, tá hon vann skúlakappingina ?the Media & design Award?. Hon hevur havt fleiri framsýningar í Týsklandi, Svøríki, Danmark, Ungarn, Bretlandi, Litava og Føroyum. Seinasta arbeiði hennara er sjónbandalagið hjá Teiti Lassen ?ongar pengar?.
Nevndarlimirnir í grunninum eru formaður Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.










