Lova stuðul til Afrika

Á heimsráðstevnuni um politikk og búskap í sveisiska býnum Davos hava viðurskiftini í Afrika verið eitt av høvuðsevnunum.

Fleiri hava víst á, at malaria og aðrar sjúkur hava ongantíð kravt so mong manalív í Afrika sum nú, og fyrradagin lovaðu fleiri at játta meiri pengar til bardagan ímóti sjúkunum. Teirra millum, sum tóku orðið í tí sambandi, vóru fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton, bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, Microsoft-stovnarin Bill Gates og írska rockstjørnan Bono.

Í sínari røðu segði Tony Blair, at bretska stjórnin hevur játtað 600 milliónir krónur eyka til bardagan ímóti malaria í Afrika. Hann heitti á altjóða samfelagið um at gera tað sama og vísti á, at á hvørjum ári doyggja ein millión afrikanarar av malaria, tey flestu børn.

Bill gates hevur fyrr boðað frá, at hansara grunnur fer at játta einar fýra milliardir krónur til bardagan ímóti ymsum sjúkum.