Lova gott veður á Summarfestivalinum

Veðurmenninir lova gott veður næstu dagarnar, og tí er líkt til, at Summar Festivalurin kann haldast í turrum veðri, við sólglottum og lítlum vindi. Petur Skeel Jacobsen, sum er veðurmaður í Miðlahúsinum, sigur um veðrið næstu dagarnar, at tað verður yvirhøvur turt veður við sólglottum. Vindmegin verður 5-10 m/sek, men minkandi fram ímóti vikuskiftinum. Hitin fer at liggja millum 14 og 17 stig.

 

So líkt er til, at ársins Summar Festivalur kann haldast í góðveðri allar dagarnar.