Tað varð mett at verða eitt stórt framstig, tá ið Smyril fekk internet nakað síðani. Men gleðin var stokkut, tí tey, sum ferðast við Smyrli máttu skjótt ásanna, at tað var nógv meiri til forargilsi, enn til nakra nyttu, tí tað riggaði so illa.
Tað er eisini langt síðani, at leiðslan á Strandferðsluni ásannaði, at internetið á Smyrli er ikki nøktandi og tískil hevur verið arbeitt við eini loysn, sum er nógv betri.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður nú við at seta antennur upp á landi á leiðini ímillum Krambatanga og Tórshavnar Havn.
- Tað er eitt sindur av arbeiðið at finna akkurát tey røttu støðini at seta antennunar á, so at tær fáast at vísa ímóti Smyrli, men tað er gongd í málinum, sigur hann.
Talan er um fleiri antennur, sum skulu setast upp á leiðini, og tað er Strandferðslan sjálv, sum má seta tær upp, leggur hann afturat.
Hann væntar kortini ikki, at tað verður fyrrenn seint í vár, ella í summar, at Smyril hevur fingið betri internet.
Hann vísir á, at skipanin er roynd á Teistanum, Ternuni og Sildberanum, og har hevur hon roynst sera væl.
Internetið so er gott, at tað ber til at hyggja at filmi á betinum umborð á bátunum, sigur hann.
Hann sigur, at skipanirnar verða royndar á teimum skipunum fyrst fyri at vita, hvussu tær rigga.
So hóast ferðafólk við Smyrli mugu brynja seg við toli, lovar hann, at tá ið nýggja skipanin verður sett til, verður internetið á Smyrli rættiliga gott.
Talan er ikki um nakra stóra útreiðslu hjá Strandferðsluni. Stjórin sigur, at talan er um lønina til fólkið, sum skal seta antennurnar upp, men samstundis fer Strandferðslan at spara rættiliga fitt í haldaragjaldi.
Hann vil ikki siga, at tað samanumtikið ikki fer at kosta nakað, men talan er ikki um fleiri hundraðtúsund krónur.










