Londini, sum krevja ræðisrætt til økið kring Norðpólin, eru samd um at virða altjóða reglur í komandi samráðingum Um midnáttarleitið í gjárkvøldið samdust umboð fyri Danmark, Noreg, Russland, Kanada og USA um eina fráboðan, sum sigur, at tey skulu virða fólkarættin og fylgja altjóða havrættarsáttmálanum í teimum komandi tingingunum um rættindini til økið kring Norðpólin.
Summir fjølmiðlar vísa í hesum viðfangi á, at USA hevur ikki staðfest altjóða havrættarsáttmálan. Bush, forseti, vil fegin staðfesta sáttmálan, men Senatið sigur nei.
Fundurin um póløkið var í Ilulissat í Grønlandi, og tað vóru Danmark og Grønland, sum høvdu boðið hinum á fund.










