Lova at bjarga evruni

Frakland, Týskland og Italia eru til reiðar at gera alt fyri at tryggja, at evran sleppur livandi burtur úr kreppuni. Tað var niðurstøðan eftir ein kreppufund í dag millum franska forsetan, Nicolas Sarkozy, týska kanslaran, Angela Merkel, og tann nýggja italska forsætisráðharran, Mario Monti.

Teir tríggir leiðararnir siga, at teir eru samdir um at gera alt fyri at styðja evruna og at tryggja hennara tilveru. Týskland og Frakland siga seg vera sinnað at broyta ES-sáttmálan fyri at styrkja evrusamstarvið, men Merkel heldur uppá, at hon tekur ikki undir við at víðka leiklutin hjá Evropeiska Miðbankanum.

Men hóast Týskland er ímóti at víðka virkisøkið hjá ECB sum lánveitara, vil Merkel hava ES-sáttmálan broyttan, soleiðis at tey skuldartyngdu londini skulu noyðast at halda ávísar fíggjarkarmar.