– Nýggi tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur verið á fundi á Gamla Apoteki í dag og fyrireikað seg til møguligar samgongusamráðingar komandi dagarnar. Ein samlaður tinbólkur slær fast, at Javnaðarflokkurin enn sum áður er klárur at taka ábyrgd. Politikkur er at fáa ávirkan og tí er málið sjálvsagt aftur at sita við landsins leiðslu, tá samgongusamráðingarnar eru av, sigur nýggja tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum.
Og tey vilja eisini vísa aftur allar gitingar um, at Aksel V. Johannesen fer at fáa tað stravið við nýggju tingmanningini:
– Fjølmiðar og onnur hava síðani leygardagin róð fram undir, at formaður floksins fór at hava trupulleikar av nýggju tingmanningi. Tingbólkur Javnaðarfloksins ger við hesum greitt, at tingmanningin stendur 100 prosent aftanfyri Aksel V. Johannesen, sigur tingbólkur Javnaðarfloksins í tíðindaskrivinum.










