Tað blaðið í Onglandi, sum plagar at vita best um liðini í Manchester er Manchester Evening News. Blaðið veit nú at siga, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United. Louis van Gaal vil upgradera tann framrættaða og kreativa partin av spælinum hjá United.
Og tað er ikki smávegis fongur Louis van Gaal ætlar sær, tá flytingarvindeygað letur upp í januar. Sambært blaðnum fer Louis van Gaal at venda sær til stóru svensku stjørnuna, Zlatan Ibrahimovic. Mett verður, at Zlatan er rætti maðurin til at steðga málturkinum, ið hevur rakt Manchester United í fleiri 0-0 dystum.
Ein lutur talar tó ímóti, at Zlatan Ibrahimovic kemur til Old Trafford longu í januar. Zlatan hevur eitt brennandi ynskið um at vinna Champions League. Tí er ikki væntandi, at eitt skiftið hjá Zlatan verður veruleiki fyrrenn komandi summar.