Eingin rakti sjey røtt leygardagin, og tí verða í minsta lagi 20 milliónir í Lotto-puljuni komandi leygardag. Tað er í øllum førum metingin hjá Danske Spil, har tey plaga at duga hampuliga væl at meta um spælifepurin, sum plagar at økjast í samsvari við vinningin.
Hartil er jokarin framvegis tøkur, soleiðis at ein jackpot í mikudagsdráttinum gevur á leið 15 milliónir.