Lotte spældi Kyndil á sigurskós

Tá Stjørnan var um at fáa fatur á Kyndli, var tað stórspælinum hjá Lotte Sørensen fyri at takka, at Kyndil fekk riðið stormin av sær og hildið støðuna

Eina viku frammanundan hevði Stjørnan tikið Neistan á bóli við einum óvæntaðum javnleiki í KÍ-høllini, men tá hitt høvuðsstaðarliðið, Kyndil, vitjaði í Klaksvík sunnudagin, eydnaðist ikki teimum í Stjørnuni at endurtaka »kunststykkið«.
Ein orsøk var kanska, at Stjørnan dagin fyri hevði verið suðuri í Vági og spælt, og at orkan tí ikki var tann, hon kanska kundi verið.
Men ein onnur orsøk var so sanniliga eisini Kyndla-spælarin Lotte Sørensen.
Hon vísti seg frá síni bestu síðu við framúr góðum spæli so at siga allan dystin. Tað lá væl fyri hjá henni at spæla hinar leysar til skot, umframt at væl lá fyri hjá henni sjálvari at royna seg móti málinum ? ikki minst í avgerandi løtuni.
Og avgerandi løtan var mitt í seinna hálvleiki, tá Kyndil fekk troðkað seg fram um Stjørnuna og síðani koyrt sigurin heim.
Eftir at Kyndil eftir eina framúr góða byrjan í dystinum við leiðslustøðum sum 7-1 og 10-3 hevði verið væl og virðiliga á odda, brúktu tær í Stjørnuni síðstu kreftirnar uppá at svara aftur. Serliga í skjótálopum høvdu tær eydnuna við sær.
Tað var eisini um at eydnast, tí ta einu løtuna var bara eittans málið á muni. Men júst hesa løtuna legði Lotte Sørensen nógv fyri og skoraði eisini tvey mál, ið hildu Stjørnuni burturi frá sínari aðru sensatión upp í slag í Klaksvík.
Tí var tað so skjótt, at Kyndil kom fyri seg aftur og var fimm mál frammanfyri. Tað var ein leiðsla, Stjørnan líkasum einki fekk gjørt við, og at enda vann Kyndil eisini dystin við trimum málum.
Men tað kravdi sítt stríð at fáa henda sigurin, og kanska fara onnur lið eisini at sleppa at royna seg, tá tey møta Stjørnuni á heimavølli í vetur?

Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 19-22 (8-14)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercovich 6 (3), Natasja Stamenkovich 4, Jatrid Gullaksen 2, Joan Midjord Joensen 2, Una Olsen 2, Súsanna Hansen 1
Kyndil: Lotte Sørensen 7 (4), Annika Thomsen 6, Ileana Manulescu 3, Heidi Maria Akselsen 2, Ann Mari Wang 2, Ann Hansen 1, Marjun Tróndarson 1
Brotskøst: Stjørnan 3, Kyndil 4
Útvísingar: Stjørnan 3
Dómarar: Vagnur Johannesen og Jákup Dam