Lot er spildurnýggja orkumikla rytmiska kórið hjá Lívdini í Hoyvík

Framúrskarandi vilji, ágrýtni og samanhald, eru lyklaorðini hjá hesum djarva kóri, við næstan 30 sangarum, ið leggur seg eftir at syngja nýggjan modernaðan andaligan tónleik.

 

Áhoyrararnir fáa eina spennandi og øðrvísi uppliving tá hetta karismatiska fríska Lotið trýnir á pall saman við fantastiskum solosangarum og einum topptrimmaðum bólki.

 

Lot leggur seg eftir, at vera ein karmur fyri andaligan vøkstur og tilbiðjan til frama fyri samkomuna í Føroyum.

 

Lot hevði sína fyrstu konsert til upplatingina og 20 ára haldið hjá Lívdini í Hoyvík.

 

Næst á skránni eru tvær konsertir komandi vikuskifti. Salt á Drelnesi leygarkvøldið 26. februar kl. 20.00 og í Lívdini sunnukvøldið 27. februar kl. 20.00

 

Atgongumerki, á 100 kr., til konsertina í SALT fáast á salt.fo.

 

Konsertin í Lívdini sunnukvøldið er ókeypis.

 

Verið vælkomin til hetta fríska Lotið!