Losjan í Havn 100 ár

Føðingardagur

Tann 1. maj í 1902 varð losjan "Støt Viljen" í Havn sett á stovn. Í hesum sambandi bjóðar Losjan almenninginum til drekkamunn í Losjuni á Tinghúsvegi 18, sjálvan føðingardagin, mikudagin 1. maj. Byrjað verður klokkan 15.30 til klokkan 18.30.
Eisini verður ein framsýning við myndum frá farnu 100 árunum. Serlig sýning og søga um losjuflaggið úr bláum silki, sum júst hevur verið til umvælingar hjá konservartori í Svendborg verður eisini á skránni. Um hesa flaggsøgu eru áhugaverd skjøl, og J. Dahl, próstur, týddi ein sálm til føroyskt til hetta høvið. Sálmurin stendur í sálmabókini. Sett verður eisini upp til losjufund í losjusalinum, har gerðabøkur og annað verður til skjals. Í heyst verður bók útgivin um Goodtemplararørsluna í Føroyum.