Lorvíkssyndromið

Jógvan E. Joensen, Leirvík


Eitt gott hevur hetta »syn­dromið« helst gjørt. Tað verður ongin tunnil, tíans­heldur lokrenna gjørd í Før­oyum hereftir, uttan at sambindingarliðið verður tik­ið við.
Hetta bygdarráðið hevur einmælt valt at krevja tunnil/lokrennu niðri í bygdini.
Fráfarna bygdaráð mælti, eisini einmælt, til tunnil, men inn omanfyri bygdina.
Hví hava 7 bygdaráðslimir kúvent 180 stig? Er tað orsaka av skeivum upplýsingum, ella tørvandi upplýsingum?
Bygdarráðið vil hava tunn­il, og tað er greitt, men hava teir ikki valt skeivan tunnil? Skuldi tað ikki verið tann ovari?
Landsverk vil ikki hoyra um tunnil og tað er líka so greitt, men nú teir skulu kanna kostnaðin á einum tunli, hava teir ikki eisini valt skeivan tunnil?
Skuldi tað ikki eisini verið tann ovari?
Tann niðari 100 mill. tann ovari 70 mill.?
Ein spurningur sum ikki er komin greitt fram, er hvørjar forðingar eru fyri at gera tunnil omanfyri bygdina.
Tí hesar spurningar til Landsverk:
1)Eru tær jarðfrøðisligu um­støðurnar í lagi at gera tunnil her?
2)Hvussu nógv grund­stykkir kann hugsast neyð­ugt at spreingja fyri? Tað bleiv jú gjørd onkur jarð­frøðikanning omaná tí upprunaliga ætlaða tunl­inum.
3)Kann tað hugsast, at fyrra kostnaðarmetingin (67 mill) heldur?
4)Er neyðugt við einum ógv­is­ligum »sári« í norðara enda á tunlinum?
5)Um Landsverk skuldi valt millum hesar báðar tunlarnar, í staðin fyri veg, hvønn hevði Landsverk valt, og hví?
6)Hvør er skjótari at gera?

Á organiseraða Stuðuls­fund­inum í bygdarhúsinum, har nakrir forvitnir ikki-stuðlar høvdu sníkt seg inn, vóru løgtingslimirnir bleytir sum smør. »Sigið bara til hvat tit vilja hava, tit fáa tykkara vilja, amen«. Sjónligt var, at har vóru tað atkvøðurnar ið stýrdu tí, sum sigast skuldi. »Ene stod Knut af Mikla­gård« men hann hevði ongar atkvøður at missa. Hann hevur nú fingið fíggjar­málaráðharran til fylg­isvein.
Munur er á at lata bygdina verða eina yndisliga moyggj, og at neyðtaka hana.