Álopssinnaður styrkur til Liverpool

Um tað er nakað felag, ið kann sigast at vera eitt vinarfelag hjá Liverpool, so man tað vera Southampton. Seinastu tvey árini hevur Liverpool keypt heili fýra leikarar frá felagnum sunnanfyri í Onglandi, og nú er tann fimti eftir øllum at døma ávegis.

 

BBC skrivar nevniliga, at Liverpool og Southampton eru blivin samd um ein keypsprís fyri 24 ára gamla Sadio Mané, ið er úr Senegal. Prísurin sigst at liggja um 275 milliónir.

 

Sadio Mané er álopssinnaður miðvallari, sum kom til Southampton frá Red Bull Salzburg í 2014. Hann hevur verið ein brakandi succes í Southampton, har hann hevur skorað 21 mál í 67 dystum.

 

Hansara mest minniliga avrik í Premier League var óivað í mai í fjør, tá ið hann skoraði skjótasta hattrick í søguni í Premier League. Upp á bert tríggjar minuttir eydnaðist tað honum at skora líka ofta í dysti ímóti Aston Villa.

 

Seinastu tvey árini hava Ricky Lambert, Adam Lallana, Dejan Lovren og Nathaniel Clyne eisini skift Southampton út við Liverpool.