Í nátt fór Lopranshómur fyri seinastu ferð av Vágsfirði, og leiðin lá til Spania.
Alex N. Vilhelm, reiðari, hevur selt eitt av sínum skipum. Í gjár á miðnátt skuldi Lopranshólmur loysa fyri at fara sína seinastu ferð av Vágsfirði, Klokkan bleiv tó eitt sindur meira, men í nátt loysti Lopranshólmur og helt leiðina til Spania.
- Eitt felag í Spania hevur keypt Lopranshólm, sigur Alex N. Vilhelm.
5 mans sigla skipið til Spania, og ferðin tekur væntandi lítla viku. Á myndini, sum er tikin beint fyri miðnátt í gjárkvøldið, gera menn klárt til at sigla Lopranshólm av Vági til Spania.











