Loppumarknaðurin heldur fram

Loppumarknaðurin hjá Jónu Mortensen á Áarvegnum í Havn hevur opið aftrat í dag og í morgin millum kl. 13 og 16.

Hóast nógv longu er selt, er framvegis nógv eftir av góðum klæðum og lutum. Loppumarknaðurin leygardagin gekk sera væl, og gav næstan 60.000 krónur.

- Verða øll klæðini ikki seld, fer avlopið til Rumeniahjálpina, upplýsir Jóna Mortensen.

Ein avtala er longu gjørd við Absalon Matras í Klaksvík, sum hevur veitt neyðhjálp hagar í mong ár.