Flogferðin higar (Århus ? Stansted) var absolut á bíligasta hátt, einans 170 kr. við Ryanair, eitt írskt flogfelag, sum er kent fyri bíligar ferðaseðlar og onga tænastu, t.d. er eingin matur umborð og alt drekkandi kostar. Men satt at siga saknaði eg nú ikki tann matin, ein vanliga far umborð á flogførum. Hinvegin saknaði eg kensluna av at vera kundi hjá einari fyritøku og tey smílini og tað vinsemið, ein vanliga møtir ókeypis aðrastaðni. Eg hugsaði, at kanska Ryanair gevur starvsfólkunum so lítla løn (ja, onkunstaðni skulu tey spara. . .), at tey kanska bara smílast í frítíðini. Men eg kom til London í øllum góðum, tungt lessað við øllum tí viðføri heimanífrá, sum eg helt vera alneyðugt at hava við.
Tað tyktist, sum fleiri tóku synd í mær, tá ið eg kom knossandi úr tokinum frá flogvøllinum og royndi at finna mær ein leigubil at koyra meg til endastøðina, eitt sokallað Hall of Residence, sum er at líkna við eitt skúlaheim. Komin á rætta stað fekk eg lyklar og annað, sum gevur atgongd BERT til okkum, ið búgva her, og her eru nógvar reglugerðir fyri, hvussu ein má búleikast, eingin óviðkomandi sleppur inn (sigst) og eingin gestur hevur atgongd uttan saman við vertinum. Eg læsti meg inn í íbúðina, tvs at her eru 4 smá kømur, tvey wc við bað og ein køkur at deila.
. . .loppulak
Tað einasta leysatilfar, ið møtti mær á kamarinum, var eitt Mite Proof Sheet, eitt lak, ið skal halda møguligum loppum vekk frá mínum sovandi korpus. Hugsaði sjálvandi um, at trupulleikin óivað mátti vera til staðar, síðani hetta var hitt einasta, ið ein fær her, tá ið ein flytur inn. Nei, forrestin, har var eisini ein pakki við kunning frá skúlaheiminum, m.a. ein listi, sum eg skuldi krossa av fyri at vita, um alt var sum tað átti. Eg kundi ikki lata vera við at hugsa, at eftirsum einki er her, ikki ein gongd knagar at hanga nakað uppá, so er tað sikkurt tí, at fólk við longum fingrum eisini búgva her. Mín negativi hugsunarháttur vitnar kanska um, at eg ikki kendi meg heilt heima enn. Men eisini var ymiskt annað, sum skundaði undir kensluna, t.d. lá ein lítil bóklingur um, hvussu ein skuldi bera seg at, tá ið ein fór út um kvøldarnar, og hárreisandi dømi um, hvussu illa tað kundi ganga, vóru prentað á permuna ("girl killed for her mobile") og síðani lá eitt tilboð frá einum tryggingarfelag. . .
At hetta er ein milliónbýur merkir eisini, at tað er torført at finna alt tað, sum ein hevur brúk fyri, tá ið ein skal etablera seg mitt inni í London. Fólk arbeiða mitt í býnum, men búgva oftast eitt sindur uttanfyri centrum og tí eru forrætningar a la Maria Poulsen og Bónus ikki altíð nærhendis. So tá ið eg hevði gingið aftur og fram her í grannalagnum í ein hálvan dag, hevði tað eydnast mær at finna okkurt smávegis at eta og eta úr.
Tað er løgið, sum alt er annað-leiðis, ikki minst maturin. Næstan alt er bjálvað í tupum, dósum, t.d. kundi eg keypa ketchup í tupu og mjólk í dunkum. At tað eru nógv fólk, ið búleikast einsa-møll og kanska arbeiða nógvar tímar um dagin sæst aftur í tí ørgrynnu av viðgjørdur mati til ein ella maximum tveir persónar, sum ein bara skal hita har heima. Tá eg umsíðir fór undir at gera mína fyrstu máltíð, varð tað eitt samsurium at vatndeyvum/deyðum? spagetti (hevði gloymt at keypa salt..) ?al dente? uttan fyllu, tí eg hevði eisini gloymt at keypa ein dósaopnara til tær flongdu tomatirnar og tunfiskin. Ikki nógv annað at gera enn at fara í song, tí her var einki sjónvarp, ongin fløguspælari og ongin bók, og hini trý, sum eg skuldi búgva saman við, vóru ikki komin enn, so her var bert eg í einum farvileysum kamari á einum plastik anti-loppulaki, tí seingjarklæðini vóru send frammanundan og lógu trygt og gott í einum kufferti hjá einum vini í hinum endanum av London.
Meðan eg royndi at sovna var ikki sørt, at eg ynskti, at lopp-urnar dugdu at tosa ella um ikki annað kundu rura meg í blund.
. . .abs(urd)
Viskistykkir kunnu eisini nýtast til hondklæði. Hetta ásannaði eg, tá ið eg morgunin eftir fór í bað vælvitandi at hondkløðini lógu í sama kufferti sum seingjarklæðini. Eg hevði keypt 3 viskistykkir í einum pakka dagin fyri og hetta kom væl við, eitt til hvørja región. Hóast eingin var her at taka mynd og ?foreviga? meg við skúlatasku á bakinum, so kendi eg meg ikki sørt sum ein næming á veg í skúla á fyrsta sinni. At eita Urd í einum fremmandalandi er ikki heilt lætt, einamest fyri hini, sum mær faktisk tókti synd í, tá ið tey royndu at rulla tunguna á rættan hátt og úttala navnið meðan tey allarhelst ynsktu, at tey ongantíð høvdu spurt, hvussu eg æt. Eg fann útav, at lættast var, um eg bað tey siga ?absurd? og taka teir 3 fyrstu bókstavirnar vekk.
Sum einasti skandinavi henda dagin, kendi eg meg eitt sindur ?out of place?, tí fólk, tá ið tey hittast fyrstu ferð, heilt automatiskt hava tað við at leita saman við teirra sameindu, teirra egnu tjóðarfelagum, og her vóru fleiri úr Italia, Hellas, Japan, Korea, Onglandi. At koma úr Føroyum fær tey flestu at kenna skomm, tí antin royna tey at lata sum um tey vita, hvar tað er (og ræðslan fyri at verða avslørað fær tey skjótt at ?mingla? víðari til tann næsta) ella eisini viðganga tey rodnandi, at tey als ikki vita, hvar oyggjarnar eru. Helt, at kanska tann eina gentan úr Eysturríki visti um Føroyar eftirsum vit fingu alla verðina á gos, tá ið vit vunnu á teimum í fótbólti. Men nei, heldur ikki hon, og eg havi valt at tiga við hesum. . .enn, tað verður kanska ein ?jokari? einaferð til eitt seinni høvi.
Bert tann eina úr Onglandi kendi til Føroyar. . . "men vit fara ikki at tosa um hvalaveiðu á hesum sinni" var hennara inngangsbøn.
. . .ensk fyrisiting
Áðrenn eg kom higar, hevur nógv samskifti verið aftur og fram millum meg og lærustovnin, og tað hevur undrað meg, hvussu ofta eg havi útfylt oyðibløð, ið øll skulu hava svar uppá teir somu spurningarnar, og eg bleiv ikki minni yvirraskað, tá ið eg, komin á rætta staðið, aftur skuldi til at útfylla onnur oyðibløð við júst somu spurningum. Eg ímyndaði mær, at tær telduleysu skrivstovurnar máttu verða á tambi við ringbindum við øllum upplýsingunum. Sjálvsagt var hetta ikki veruleikin, men allíkavæl virkaði ensk fyrisiting stirvin og gomuldags samanborið við okkara. Helt eisini, at tað var eitt sindur tvørligt, at vit næmingar á einum sera vælkendum lærustovni innan ?management? (leiðslu og fyrisiting) máttu nýta ein hálvan dag í einari kø fyri at verða skrásett. Ei undur í, at onglendingar eru verðinsmeistarar í at standa í kø. Tá ið tað umsíður varð mín túrur at verða skrásett, stóð eg knappliga yvirfyri einum løgnum trupulleika. Eg var skrásett sum ES lesandi og ikki ?overseas?(tvs øll uttanfyri ES), eins og eg minst 10 ferðir havi kunnað um á omanfyri nevndu oyðibløðum. Maðurin hinumegin borðið hugdi undarliga at mær, tá ið eg segði við hann, at eg átti at gjalda meira enn skrivað var á pappírinum, tí eg hevði søkt sum føroyingur og Føroyar vóru ikki limir í ES. Hetta skapti eitt sindur av turbulensi rundanum meg, eingin visti hvat og hvussu, og eg endaði so aftast í køini aftur, meðan trupulleikin varð kannaður á rætta stað. Eingin loysn var tó funnin, so eg eri nú skrásett sum ES-lesandi, væl at merkja móti mínum vilja. "Tú er ein sera erligur persónur" vóru seinastu orðini til mín, tá ið eg umsíður slapp at reisa meg frá borðinum. Aja, hugsaði eg, so lat tað vera mín skriftstavur, meðan eg sendi ein tanka til Karstin Hansen, tí eg nú hevði spart landskassanum helmingin av tí, sum eg veruliga átti at kosta.
. . .komin heim var eg so vælsignað fegin um mítt lítla kamar, ja sjálvt mítt fitta loppulak, tí nógvir av mínum skúlafelagum høvdu einki stað at búgva í og nýttu tað mesta av tíðini at leita eftir íbúð. Tað er gott at fáa reviderað sína smølu og forkelaðu tankagongd viðhvørt, bert spell, at tað má ganga út yvir hini, áðrenn ein sær, hvussu heppin ein veruliga er. At loppurnar doyggja í hunguri í mínari matrassu má bara verða harvið. Heilt erligt.