Nú er dómur fallin í nógv umrødda málinum, har ein maður varð álopin við øks á Íslandsvegnum. og illa meiðslaður.
Tveir mans vórðu ákærdir fyri drápsroynd. Rættarmálið hevur verið í fleiri dagar, men í kvøld eru báðir menninir fríkendir fyri drápsroynd. Hinvegin eru teir sekir í serstakliga grovum og vandamiklum harðskapi.
Ákærin vil, at annar av monnunum, sum er ákærdur fyri at hava lopið á ein annan við øks, skal í fongsul í minst fimm ár.
Hinvegin heldur hon at hin maðurin skal dømast til viðgerðar á einum sjúkrahúsi fyri sálarsjúk. Hann góðtók dómin.
Ákærin fekk ikki heilt viðhald í sínum kravi, tí beint nú er greitt, at annar maðurin skal í fongsul at sita í fýra ár, samstundis sum hin er dømdir at fara til viðgerðar á sjúkrahúsi fyri sálarsjúk. Maðurin, sum varð dømdur til viðgerðar á sjúkrahúsi, góðtók dómin, men hin vil hava tíð at hugsa seg um, áðrenn hann tekur støðu til um hann skjýtur dómin inn fyri hægri rætt.
Menninir hava nú sitið í varðhaldi í 406 dagar, áðrenn teir fingu dómin í dag. Annars maðurin skal eisini rinda manninum, sum varð álopin, 37.000 krónur í endurgjaldi fyri teir skaðar hann fekk, fyri mist arbeiðsevni og viðgerð hjá sálarfrøðingi. Verjin hjá honum segði, at tað var ein stórur lætti, at teir ikki vórðu dømdir fyri drápsroynd, tí so hevði revsingin verið harðari.
Endurgjaldskravið var annars 200.000 krónur, men vil maðurin, sum varð álopin, hava restina, má hann leggja privata sak ímóti manninum.
Tað er eisini greitt, at menninir verða sitandi í varðhaldinum, til teir fara ávikavist í fongsul og á sjúkrahús.








