Álopin við øks: Fríkendir fyri drápsroynd

Beint nú fellur dómur í Føroya Rætti í nógv umrødda málinum, har ein maður varð álopin við øks á Íslandsvegnum. og illa meiðslaður.

 

Tveir mans vórðu ákærdir fyri drápsroynd, Rættarmálið hevur verið í fleiri dagar, av tí at talan er um eitt álvarsligt mál, er talan um eitt nevningating og beint fyri døgverða í dag varð komið so langt, at nevningarnir fóru til síðis at taka støðu.

 

Tað hava teir nú gjørt og niðurstøðan er, at báðir menninir eru fríkendir fyri drápsroynd. Hinvegin eru teir sekir í serliga grovum og vandamiklum harðskapi. Báðir menninir eru í tjúgunum.


Annars maðurin er eisini dømdur sekur í at smugla eina minni nøgd av hassji, og eisini fyri at selja eina minni nøgd av hassji. Hin maðurin er eisini dømdur fyri at smávegis brot á lógina um rúsevni og fyri at hava sligið og sparka ein mann í einum heilt øðrum máli.

 

Annars eru nevndingarnir samdir um, at revsingin eigur at herðast 50 prosent, tí teir eru dømdir fyrr. Men áðrenn revsingin skal ásetast, fáa verjarnir og ákærin høvi til at siga sína hugsan um, hvør revsingin skal vera, so tað verður neyvan fyrrenn heilt seint, ella kanska í nátt, at revsingin verður ásett. Men fáa teir harðastu revsing, kunnu teir verða dømdir at sita í 10 ár.