Vælgerandi arbeiðið hjá Absalon Matras á Norðoyri byrjaði í 1991.
Nakrar ferðir var hann saman við dønum í Rumenia við klæðum og øðrum, og hann sá, hvussu ómetaliga stórur tørvurin var á neyðhjálp.
- Eg helt, at hatta kundu vit tað sama sjálv gjørt, og av tí at eg koyrdi buss hjá Sámali Bláhamar tá, spurdi eg, um eg kanska kundi lænt ein buss frá honum, sigur Absalon Matras.
Tað vísti seg, at um sama mundið høvdu onnur eisini biðið um at sleppa at læna buss, og Sámal Bláhamar segði, at Absalon Matras átti at koma uppí arbeiðið.
Soleiðis bar tað til, at Absalon Matras fór at gera túrar til Rumenia fyri samkomuna Immanuel, og hann gjørdi eisini sínar egnu túrar.
Á sínum mongu ferðum hevur Absalon Matras verið víða um í Rumenia, og hann hevur eisini verið nógvastaðni í Pollandi.
Áðrenn Absalon Matras fyllir bussin við klæðum og øðrum, hevur hann lagt frðaætlan, hvagar leiðin gongur júst tann túrin.
Fleiri hjálparfólk
- Eg havi fleiri tulkar í Rumenia, og teir tosi eg javnan við um, hvar vit eiga at fara at hjálpa. Tulkarnir eru úti og og tosa við fólk í økinum. Eisini tosi eg við kommunur, samkomur og onnur, sum orna alt fyri meg, til eg komi til landið.
Klæðini, sum hann hevur við sær til Rumenia og stundum til Pollands, verða pakkað í kjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. Klæðni verða altíð pakkað í støddir, so lættari eru at býta út, tá ið bussurin kemur fram.
Absalon Matras sigur, at tað ikki bara eru norðuroyingar, sum stuðla við brúktum klæðum og øðrum. Nógvir handlar í Klaksvík, Eysturoynni og í Havn ringja til hansara og bjóða honum eitt nú klæðir og skógvar, og tað sama gera privatfólk og samkomur. Tí hevur hann eisini ein minni bil, sum hann fer við runt í landinum og savnar inn í.
Hann fer ongantíð einsamallur avstað í bussinum. Tað er neyðugt at kunna skiftast um at koyra, og gott er at vera fleiri fólk, tá posarnir skulu býtast út.
Nógv fólk hava hesi 20 árini verið við Absalon Matras í Rumenia og Pollandi, og onkuntíð er bíðilisti, men tað hendir eisini, at fólk biðja um at sleppa við, og tá ið tey so fáa tilboðið, siga tey nei takk. Tað er eitt sindur óheppið, tí Absalon Matras má hava onkran við sær.
Tá ið hann fer avstað í august ella september, stendur ikki á at fáa fólk við, tí tá er veðrið so gott.
Men um várið er ikki so lætt at fá fólk við, tí tá er tað so kalt um náttina. Nú seinast mundi Absalon Matras ikki fingið nakran við sær, men tað eydnaðist kortini.
Fleiri túrar um árið
Í fjør var Absalon Matras tveir túrar í Pollandi og fimm túrar í Rumenia.
Hann hevur rent seg í ein stóran trupulleika, og tað er kravið í ES til bussar um ferðskivur. Hvør bilførari skal hava 28 ferðskivur, sum skráseta, hvussu leingi bussførarin hevur koyrt, nær ferðin er byrjað og annað. Tær kosta, og stór bót skal gjaldast, um ein bussførari ikki hevur kravdu skivurnar.
Allar hesar ferðirnar eru kostnaðarmiklar. Fyri hvønn túr við Norrønu rindar Rumeniahjálpin fleiri túsund krónur. Haraftat kemur kostur og annað á ferðini.
- Eg havi fingið ótrúliga góðan fíggjarligan stuðul bæði frá samkomum og einstaklingum, sum stuðla eftir førimuni. Tað er teirra máti at luttaka í arbeiðinum, sigur Absalon Matras.
Heima hevur hann í fleiri ár koyrt skúlabuss og bussar við ferðafólki, men óvist er, hvussu tað verður í framtíðini, nú hann er komin í eftirlønaraldur.
Framvegis fátæksligt á bygd
Hann hevur upplivað mangt og hvat á sínum mongu ferðum.
Tey fyrstu árini, hann koyrdi í Eysturevropa, vóru fáir bilar at síggja á vegunum í býunum, men nú eru teir nógvir, og har eru nú eisini stórir og dýrir bilar at síggja. Hetta er úrslit av, at fleiri eysturevropear eru farnir av landinum og senda pening heim til familjuna. Í Rumenia er sera stórt arbeiðsloysi, og heilt stórur partur av fólkinum arbeiðir uttanlands.
Absalon Matras sigur, at í flestu býunum hava fólk tað betri enn fyri 20 árum síðan. Men fleiri av teimum fólkunum vita als ikki, hvussu illa stendur til úti á bygd. Tey fáast ikki til at skilja, hvussu vánalig støðan er.
- Nógvastaðni er tað framvegis so, at tey ongan streym hava, einki ferðasamband einki nakað. Til tær bygdirnar kunnu vit ikki fara við bussi, men mugu leiga okkum ein minni vøruvogn, sum kann koyra eftir bønum ella í haganum, sigur Absalon Matras.
Tað eru ikki minst romanarnir, eisini nevndir sigoynararnir, sum hava tað smátt. Hetta fólkaslagið hevur ikki besta orðið á sær, men tey hava eisini verið jagstrað í fleiri øldir og hava tí ilt við at fóta sær.
Absalon Matras hevur hitt nógvar romanar á ferðum sínum.
- Sjálvandi hugsa vit eisini um at geva teimum hjálp.
Venur seg ikki við neyðina
Hann hevur sæð nógva neyð hesi 20 árini.
- Men man venur seg ongantíð við neyðina. Eg havi so ilt við at taka tað, tá ið skitin og skóleys børn koma rennandi til okkara og spyrja, um vit hava mat at geva teimum. Tey hugsa meira um mat enn klæðir, sigur Absalon Matras, sum sigur seg mangan hava felt tár.
Á seinasta túrinum hitti hann eina mammu við tveimum børnum. Pápin hevði smittað børnini við tuberklum, og henda neyðars familja hevði ongar pengar at keypa heilivág fyri. Tá læt Absalon Matras tolkin fáa nakað av peningi at keypa heilivág fyri.
- Har eru so nógvir tuberklar, og eg biði altíð tey, sum koma við mær, um at vaksinera seg. Sjálvur havi eg ongantíð vaksinerað meg, og eg skilji ikki, at eg ongantíð eri smittaður. Eg má bara biðja Gud verja meg, so eg kann gera hetta arbeiðið.
Eina ferð har norðuri í Rumenia vitjaði hann í eini bygd. Fólkini vildu fegin vera blíð og fóru út í garðin og kiptu nakrar hønur.
Eftir at gestirnir høvdu etið, sá hann børnini sita og súgva høsnabeinini.
Eina aðra ferð var hann og vitjaði heima hjá eini familju, sum beyð teimum eina máltíð.
- Tá ið vit vóru liðug, segði konan, at hetta var hennara fyrsta máltíð í tríggjar dagar. Tá stakk eg henni nakrar pengar í hondina.
- Men ta óhugnaligastu upplivingina hevði eg fyri trimum árum síðan. Tá vóru vit noydd at flýggja, tí vit vórðu álopin av svongum børnum og vaksnum, sum vildu hava mat og klæðir, sigur Absalon Matras.
----------------
23. mai fekk Rumeniahjálpin ein nýggjan gamlan buss. Hin bussurin varð blivin 28 ára gamal, og ein góður vinur hjá Rumeniahjálpini tók stig til at keypa ein átta ára gamlan buss, sum kom úr Madrid í Spania.
Ymisk tiltøk vóru til frama fyri nýggjan buss.
Omaná keypsprísin skuldi Rumeniahjálpin gjalda tilsamans umleið 250.000 krónur í mvg og co2-gjaldi. Ikki bar til at fáa nakran avsláttur.