Álopið við jødiska skúlan var tilvildarligt

Ovastin fyri fronsku fregnartænastuni, Ange Manchini, avdúkar nú, at tað var av berandi tilvild, at Mohamed Merah skjeyt læraran og trý børn uttan fyri ein jødiskan skúla í Toulouse.

-Hann hevði lagt ætlanir um eitt álop, men ikki á skúlan, segði Manchini í fronskum sjónvarpi í dag.

Sum skilst greiddi Mohamed Merah løgreglumonnunum frá, at hann hevði gjørt av at skjóta ein ávísan hermann, men tá hann gjørdist ov seinur, valdi hann at skjóta læraran og børnini ístaðin fyri.

Samstundis skriva franskir fjølmiðlar, at teir servandu hermenninir, sum tóku seg inn til tann 23 ára gamla mannin, lótu 300 skot av fyri at fáa mannin at geva seg yvir. Tað vildi hann ikki, men leyp út ígjøgnum eitt vindeyga. Tá høvdu teir servandu hermenninir kringsett íbúð hansara í 32 tímar.