Í sambandi við ovastevnuna, sum verður komandi vikuskifti, var avgjørt at skipa fyri stuðulssvimjing um Nólsoyarfjørð.
Tað er Erlendur Simonsen, ið kom við hugskotinum, og stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy tók beinan vegin undir við tiltakinum.
Fyri tíð síðani var so í fjølmiðlunum sagt frá, at fólk kundu tekna seg til svimjingina og sigast má, at undirtøkan hevur verið góð. Heilir 20 svimjarar hava boðað frá luttøku, har ímillum eisini nøkur konufólk.
Lagt verður frá landi yviri við Strond í dag um hálvgum tólv tíðina, tá skuldi passa best við streymi. Roknað verður við, at skjótastu svimjararnir nýta fimm til seks korter um fjørðin.
Men minni er eisini gott. Ikki er neyðugt at svimja allan teinin. Bátur fylgir hvørjum einstøkum svimjara og taka hann upp, um hann ikki klárar at svimja allan vegin til Nólsoyar.
Stuðlar
Skal nakað fíggjarligt íkast koma burtur úr, er eyðvitað neyðugt, at onkur stuðlar. Stuðulsnevndin hevur sett seg í samband við fyritøkur og stovnar um stuðul, og flestu hava játtað.
Tað er sjálvsagt hugaligt at hjálpa til, eru ráðini til tess. Annað er, hvat sæst eftir, og gleðiligu boðini eru, at nú fer at síggjast eftir. Grivið er oman av, og fyrsta dagin verður farið undir spreingiarbeiðið. Ætlanin var at fáa alt stoypiarbeiðið frá hondini í ár eisini, men nú er so mikið langt útliðið, at væntandi verður ikki farið undir hetta arbeiði fyrr enn komandi vár.
Stuðulsnevndin fyri svimjihyl í Nólsoy takkar fyri stuðulin, sum hesi hava latið: Føroya Bjór, Poul Hansen Heilsøla, Føroya Banki, Tryggingarsambandi Føroyar, Føroya Shell, Atlantic Airways, Flogfelag Føroya, Ide Møblar, Farodane, Hjá Fróða, Mylnan, Saab Service, Skipafelagið Føroyar, Norðoya Sparikassi.










