Álopið var hevnd frá al-Qaeda

Tað vísir seg nú, at álopið á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi, sum kostaði fýra amerikanarum lívið, hevði einki við tann umstrídda filmin um Muhammed profet at gera.

Tann arabiska deildin av yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hevur í dag boðað frá, at álopið á konsulátið var hevnd, fyri at amerikamararnir hava beint fyri næstovastanum í felagsskapinum. Al-Qaed hevur annars fyrr sagt, at álopið var eitt mótmæli ímóti tí umstrídda filminum.

Formaðurin í libyska tjóðartinginum, Mohammed al-Megaryef, segði í dag, at útlendingar kunnu hava havt samband við álopið í Benghazi. Hann sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at tað eru útlendskar kreftir í Libya, sum royna at fremja sínar ætlanir á libyskum lendi.

Millum teir fýra amerikanararnar, sum doyðu í álopinum í Benghazi, var sendiharrin Christopher Stevens (myndin).