Lopez endiliga við barn

Lopez, ið mangan hevur skift partnara innan Hollywood-heiminum sigst nú endiliga at skula verða mamma. Ikki er fyrstu ferð, at sagt verður, at Jennifer Lopez er við barn, men hesu ferð vil kendte.dk vera við, at Lopez og maður hennara, Marc Anthony, skulu gerast foreldur.

Amerikonsku fjølmiðlarnir vilja vera við at Lopez hevur verið ígjøgnum eina fruktbærheitsviðgerð. Seinnasta skanningin hjá Lopez 12. september benda á, at Lopez er komin 12 vikur í graviditetinum ? og altso skal hon sambært hesum eiga í mars mánaði 2008.

Marc Anthony eigur longu trý børn frá øðrum forholdum, men nú verður familjan altso víðkað við heili tveimum børnum, tí at slaturin gongur um, at Lopez skal eiga tvíburðar!