Álop er besta verja

Í dýrdarveðrinum á Svangaskarði borgaðu seks mál fyri fínum undirhaldi, tá ið heimaliðið spenti álopsbogan og kom aftur í aftur ímóti oddaliðnum, sum vísti seg ikki at vera so sannførandi í verjupartinum

Fótbóltur

 

Álop er besta verja. Soleiðis plagar at verða tikið til, og tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð í undirhaldandi og intensu uppgerðini í dýrdarveðrinum á Svangaskarði í gjár, so bar tað ikki til annað enn at staðfesta, at tað var eirindarleyst álopsspæl síðsta hálva tíman, sum hevði veirð orsøk til, at B68 megnaði at venda hóttandi 3-1 tapi til javnleik.

HB eigur fínar bóltspælarar og eitt fínt fótbóltslið, og tað er eingin, sum megnar fínt fótbóltsspæl soleiðis, sum HB ger tað. Hetta hevur borið oddasessin við sær. Men at liðið ikki er uttan veikleikar sást væl á Svangaskarði.

Í 1. hálvleiki setti HB dagsskránna, og aftur hesa ferð megnaði HB at vinna seg framum í evstu løtu undan hvíldini. Eftir horna og út frá mistu toftamenn, og tá ið innleggið kom innfyri, tveitti Fróði Benjaminsen seg fram og skoraði.

2-1 og tá ið Rógvi Poulsen lítið korter eftir steðgin eftir fríspæling frá væl upplagda Andrew av Fløtum økti um HB leiðsluna, kundi tað sæð út til, at stigaposin skuldi verða fullur, tá ið gestirnir fóru aftur til Havnar. Men tá var tað, at tað eydnaðist Bill Jacobsen og hansara monnum at vísa, at HB er at tosa við:

B68 hevði longu frá fyrsta bríksli eftir steðgin lopið so nógvar ferðir meiri á, enn heimaliðið hevði gjørt í 1. hálvleiki, tá ið mest sum alt hevði gingið fyri seg eftir treytunum hjá HB. Og hóast 3-1 bar við sær, at tað kendist heilt møtimikið, so megnaðu heimamenninir bæði at arbeiða og spæla seg upp í part aftur.

Øssur Hansen var ikki við, men kortini eydnaðist tað at stríða seg ígjøgnum bæði í síðunum og eftir miðásinum, sjálvt um heimaspælið ikki var so polerað, og tað var týðuligt, at HB ikki treivst serliga væl við at verða sett undir trýst.

Pól Jóhannes Justinussen hevur so ofta víst, at hann hevur nøs fyri málmøguleikum og málum. Hann varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, meðan kviki Dánjal Pauli Højgaard varð settur at ansa Andrew av Fløtum. Pól Jóhannes minkaði um munin úr eitt sindur spískum í vinstru eftir fríspæling frá Jóan Símuni Edmundsson.

Í hesi støðuni var HB verjan tøvandi, og tað sá heldur ikki sannførandi út, tá ið innskifti Jonleif Højgaard tríggjar minuttir undan leikloki fekk fatur á innleggi og úr brotsteiginum sendi í málið.

Stórur fagnaður á heimafólkinum, sum sjálvsagt kendi seg hava vunnið eitt stig, meðan HB legan eftir 3-1 leiðslu kendis eg hava mist tvey stig.

Í 1. hálvleiki, tá ið tað gekk fyri seg upp á treytirnar hjá HB, meðan B68 tóktist trilvandi og alt ov verjukent, hevði Andrew av Fløtum sett hol á fyri HB eftir fríspæling frá Páll M. Joensen. Málið var nátúrlig avleiðing av spælbýtinum, men ta ferðina svaraði B68 aftur í næsta minutti. Uppspælið í vinstru áttu Pól Jóhannes Justinussen og Jóan Símun Edmundsson, og tað var Keita, sum við høvdinum stýrdi bóltin inn um Símun Rógva Hansen.

Tá var HB omaná, men so var tað, at B68 eftir steðgin hvesti vápnini og vísti bæði sær sjálvum og hinum, at um hugsningur skal vera um at taka oddaliðið, so skal verjan setast undir trýst. Álop er besta verjan!