Lonin: Ein avbjóðing sum vil nakað

Leygardagin verður høvi at royna eina heilt serliga uppliving í Sandoynni.

Leygardagin verður høvi at royna eina heilt serliga uppliving í Sandoynni. Tá verður nevniliga høvi at sleppa at síga av tromini í Lonini vestan fyri á Sandoynni og niður í bergið. 

 

- Niðri í Lonini sleppur tú at sita mitt í fuglalandinum, haðani útsýnið eisini er heilt einastandandi, siga tey hjá Visit Sandoy.

 

Kønir í Lonini siga, at hæddin av tromini og niður í sjógv á Lonini er stívliga 300 metrar, og tað er motorur og spæl, sum lora teg niður og hála teg trygt uppaftur.

 

Hjá Visit Sandoy siga tey, at dagurin í Lonini byrjar klokkan 10.30 leygardagin, og hann endar umleið klokkan 16 og øll, sum kund hugsað sær henda túrin, kunnu bíleggja sær pláss beinleiðis á netinum.

 

Til ber at bíleggja sær pláss til síging í Lonini á netinum á guidetofaroeislands.fo. Eisini ber til at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu.