Longu sett nýggjan venjara

Minni enn eitt døgn eftir, at Gus Poyet var koyrdur, hevur leiðslan í Sunderland sett nýggjan venjara

Tað verður niðurlendingurin Dick Advocaat, sum skal bjarga Sunderland frá niðurflyting, váttar felagið í dag.

 

- Dick Advocaat hevur eitt frálíkt lívsrensl og drúgvar royndir sum venjari á hægsta stigi. Vit hava eitt mál, og tað er at klatra upp eftir stigatalvuni, og vit eru øll miðsavnaði um tær arbeiðsuppgávur, ið nú liggja fyri framman, sigur formaður felagsins, Ellish Short, í dag.

 

Dick Advocaat hevur áður verið venjari hjá PSV, AZ Alkmaar, Borussia Mönchengladbach og Zenith St. Petersburg, umframt at hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Hollandi, Suðurkorea, Russlandi og Serbia.

- Sunderland er eitt stórt felag og eg gleði meg til avbjóðingarnar fyri framman. Nú mugu vit hugsa fyrst um dystin leygardagin, sigur nýggi venjarin.

 

Sunderland liggja á 17. plássi í løtuni, eitt stig yvir niðurflytingarstrikuni.