Longu avlýsingar hjá Strandferðsluni

Tað er fitt av vindi í morgun og sambært Landsverki er upp í 37 m/s í hvirlunum fleiri staðni í landinum. Men sambært donsku veðurstovuni DMI veksur vindurin seinni á dagin og í kvøld verður ódnarveður. 

 

Men longu nú hevur veðrið ávirkað ferðsluna, tí sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er siglingin á Skúvoyarleiðini avlýst í dag.

 

Fleiri avlýsingar kunnu væntast í dag orsaka av nógva vindinum. Fylg við á in.fo í dag fyri at vita alt um veðrið. Veitst tú okkurt, sum tú heldur vit skulu vita, so send okkum endeliga boð á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuni hjá In.fo