Longt leikbann til Costa

Diego Costa hevur fingið longt leikbannið, fyri ópassandi atburð í dystinum móti Everton, tá hann at síggja var líka við – ella kanska – beit Gareth Barry. Umframt vanligu tveir dystirnir, hevur hann fingið ein dyst afturat, og eina bót á smáar 200.000 túsund krónur.

 

Áleyparin hjá Chelsea bleiv útvístur í FA Cup dystinum móti Everton, eftir at hann og miðvallarin hjá Everton, Gareth Barry, rendu saman. Eina løtu sá út til, at Diego Costa hevði gjørt ein Luis Suarez, og bitið ein mótspælara.

 

Tað kom nokk ongantíð hartil, men enska fótbóltssambandið metir tó framvegis, at talan var um ópassandi atburð. Tí verður leikbannið longt við einum dysti, umframt eini bót á 200.000 krónur.

 

Diego Costa skal nú sita yvir móti Aston Villa og Swansea.