Longri millum leikbannini

Komandi leygardag hevur Fótbóltssamband Føroya aðalfund, og tá fer Kappingarnevndin hjá FSF at leggja fleiri áhugaverd uppskot fyri fundin. Eitt nú er ætlanin, at tað skal gerast longri millum leikbannini í 1. deild.

Eitt tað mest áhugaverda uppskotið, ið kappingarnevndin fer at leggja fyri aðalfundin, er tað um leikbann í 1. deild. Seinnu árini hevur tað verið so, at ein leikari fær leikbann, tá ið hann hevur fingið trý gul kort, men í uppskotinum hjá kappingarnevndini verður lagt upp til, at hetta verður broytt til fimm gul kort, áðrenn spælari verður leikbannaður.

Vilja verja smáu feløgini
Samstundis sum ætlanin er, at tað skulu fleiri gul kort til, áðrenn spælari fær leikbann, er eisini í uppskoti at strika gomlu lógirnar, har ein spælari fekk leikbann fyri hvørt einasta gult kort, tá ið hann hevði fingið eitt ávíst tal av ávaringum.
- Kappingin í ár verður jú væl drúgvari enn undanfarin ár, og allarhelst harðari eisini, og tí hava vit valt at mæla til hesar broytingar, so at leikarar ikki sita uttan fyri við leikbanni heilum, sigur Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.
Bjarki Mohr sigur, at hetta verður serliga gjørt fyri at verja smærru feløgini. - Vit eru vitandi um, at tey smærru feløgini hava nógv minni leikarahóp enn tey stóru feløgini, og tí fara tey óivað at merkja tað harðari, at kappingárið verður longt munandi, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
Í uppskotinum til aðalfundin stendur eisini , at dómarin skal skrivliga boða Kappingarnevndini frá teimum ávaringum (gult kort), ið givnar verða. Hetta kundi bent á, at kappingarnevndin umhugsar at fara undir eina skipan, har tey gulu kortini verða vigað, og stig latin alt eftir hvat kortini verða givin fyri. Henda skipan verður eitt nú nýtt í Danmark, har leikarar fáa leikbann, tá ið teir røkka einum ávísum stigatali.
Bjarki Mohr váttar eisini, at henda skipan hevur verið umrødd í kappingarnevndini, men í fyrstu atløgu verður skipanin ikki tikin í nýtslu her heima, tí hetta krevur eina stóra umsiting, sum vit ikki hava í løtuni, sigur formaðurin í kappingarnevndini.

Greiðari linjur
Eitt annar lógaruppskot hjá kappingarnevndini er, at leikarar, sum spæla bæði í vaksnamannadeildunum og í ungdómsdeild, ikki skulu rakast av leikbanni tvørtur um deildirnar. Tað vil siga, at ein unglingaspælari, sum t.d. fær reytt kort í 1. deild, skal sita leikbannið av sær í 1. deild, tí tað var har, at hann fekk kortið.
Áður hevur tað verið so, at spælarin hevur sitið leikbannið av sær í næsta umfarinum, men hesar reglur hava verið rættuliga fløkjasligar og hava mangan elvt til nógv stríð úti í feløgunum.
- Vit koma við hesum uppskotinum fyrst og fremst fyri at menna unglingarnar. Men tað er sjálvsagt eisini fyri at hjálpa feløgunum, ið mangan hava havt ilt við at fylgja við í, nær og hvar ein ungdómsleikari er leikbannaður, sigur Bjarki Mohr