FÓTBÓLTSÁRIÐ
Tað er ein stórur spurningur, sum Fótbóltssambandið fer at leggja fyri fótbóltsfeløgini á árliga eftirmetingarfundinum, sum verður leygardagin. FSF fer at leggja fyri feløgini uppskot um, at fótbóltskappingin verður radikalt broytt, um sammett verður við tað, sum hevur verið galdandi mongu tey seinastu árini.
Tá ið landsliðið var í Sveis fyrst í september, segði Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini, at møguleikin at strika summarsteðgin, økja um umførini í landskappingini og sleppa bólkaumfarinum í steypakappingini hevði verið umrøddur í Fótbóltssambandinum. At møguleikin hevði verið umrøddur komst ikki minst av, at tað leingi hevur verið mett, at tað er alt avgerandi fyri menningina av føroyskum fótbólti og harvið møguleikanum at røkka betri úrslitum í altjóða kappingum, at spælararnir heima á landi eru við í fleiri tøttum og týdningarmiklum dystum.
Danski leisturin
FSF fer at leggja uppskot um broytingar fyri feløgini nú leygardagin. Tilfarið, sum skal viðgerast á fundinum, verður sent feløgunum undan fundinum. Millum tilfarið verður fullfíggjað uppskot um broytingar í kappingini.
Um tað fer at vísa seg, at feløgini eru sinnað at taka undir við nýggjari skipan, so verður kappingin broytt longu í vár. Um feløgini ikki verða sinnað leygardagin at taka undir við uppskotinum, so er tað lítið sannlíkt, at talan verður um serligar broytingar næsta ár. Skotbráðið frá ársaðalfundinum og til kappingarbyrjan verður ov stutt at gera broytingar í.
Um uppskotið hjá FSF fer at vinna frama, so fer føroyska landskappingin at líkjast henni í Danmark. Har er tað soleiðis, at feløgini í hvørjum kappingarári hittast tríggjar ferðir í landskappingini. Tað vil siga, at feløgini móti summum mótstøðuliðum spæla tvær ferðir á heimavølli og eina ferð á útivølli, og móti øðrum spæla tvær ferðir á útivølli og eina ferð á heimavølli.
Í nýggja uppskotinum verður lagt upp til, at tað fyrsta av teimum 27 umførunum í landskappingini verður spælt 2. páskadag, sum verður 26. mars, og at síðsta umfarið verður spælt 27. oktober. Í ár var tað fyrsta av átjan umførum 25. apríl, og síðsta umfarið var 2. oktober.
Um tað skal ganga upp við 27 umførum í landskappingini í staðin fyri átjan, so verður neyðugt eisini at gera aðrar broytingar. Ein er, at bólkaumfarið í landskappingini verður strikað, og ein onnur er, at summarsteðgurin í landskappingini verður strikaður.
Í steypakappingini er ætlanin, at tað skal spælast eftir cup skipanini frá fyrsta umfari av. Tjúgu feløg eru, og sekstan teirra skulu taka lut í áttandapartsfinaluni. Tað vil siga, at átta feløg skulu dystast um fýra pláss. Í Danmark eru feløgini flokkað eftir styrki, soleiðis at tey bestu ikki eru við í landskappingini beinanvegin. Enn er ikki greitt, hvussu tað verður við hesum í føroysku steypakappingini.
Hjá feløgunum, sum hava luttikið í Europa Cup og/ella steypafinaluni, hevur summarsteðgurin seinastu árini verið lítil ella eingin. Um tað eisini skal spælast í juli í landskappingini, so verður neyðugt við fleiri justeringum orsaka av Europa Cup. Hetta verður ikki mett at gerast nakar stórur trupulleiki.