Longri kunning

Sandur: Nú summarið stendur fyri framman hevur Kunningarstovan á Sandoynni tikið avgerð um at leingja um upplatingartíðirnar.

Hesar verða broyttar soleiðis, at frá í dag verður opið frá kl. 9 til 12 og aftur frá 13 til 16 og soleiðis verður allar yrkadagar. Síðani 1. september í fjør hevur kunningarstovan bert havt opið gerandisdagar millum kl.

13-16, men nú summarið stendur fyri durum, so verður hetta broytt.