Bjørt Samuelsen. Tingkvinna Tjóðveldi
-----
Ein kappingarfør barsilsskipan er avgerandi táttur, vilja vit eggja familjum at virka og liva í Føroyum. Oftani er tað jú har, sum børnini koma í verðina, at familjurnar festa røtur. Vit hava eina góða barsilsskipan, men tíðarskeiðið, foreldrini kunnu vera heima, er ov stutt, og skipanin ov stirvin.
Tjóðveldi hevur tí lagt uppskot fram um at leingja skipanina við 8 vikum í fyrstu atløgu, samstundis, sum barnsburðarfarloyvið skal kunna skipast sum kvota, sum foreldrini, í samráði við arbeiðsgevaran, leggja til rættis yvir eitt longri tíðarskeið. Hetta er eitt stig víðari móti málinum at leingja skipanina upp í eitt ár við løn, og samstundis gera hana munandi meira smidliga, so familjurnar lættari kunnu nýta skipanina eftir teirra tørvi at fáa gerandisdagin og fíggjarviðurskiftini í familjuni at hanga saman.
Foreldur hava, sum er, lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í 52 vikur eftir barnsburð. Barsilskipanin rindar tó bert í inntil 32/34 vikur.
Í løtuni er rættuliga fitt yvirskot í skipanini, har meira verður goldið inn enn út. Tá eitt gjald til ávíst endamál verður lagt øll sum arbeiða og á arbeiðsgevaran, so skal peningurin eisini nýtast til at gera eina so góða og sterka skipan, sum ráðini yvirhøvur eru til.
Smidligari skipan
Tað var eitt veldigt frambrot tá lógin um barsilsskipan kom. Í 2004 varð skipanin løgd út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at fíggja. Í 2008 samdust CHE-samgongan og Løgtingið um at leingja farloyvi úr 24 upp í 32 vikur. Sat sjálv tá sum landsstýriskvinna við ábyrgd av barsilsmálum. Hetta var eitt gleðiligt stig rætta vegin, men tíðin er væl og virðiliga búgvin at fara víðari.
Ongar familjur eru eins, og teirra tørvur er sera fjøltáttaður. Felags fyri tær flestu er tó, at tað ofta er sera trupult at fáa putlispælið við tíð, pengum, stovnsvenjing, sjúkradøgum og so frameftir at hanga saman. Vit halda tað hava stóran týdning, at familjan kann leggja síni viðurskiftini til rættis, sum tað hóskar teimum best. Ein fyrimunur í Føroyum er, at ofta er stutt ímillum arbeiðspláss og heim, og tí ber eisini til at halda áfram við bróstageving, hóast mamman kanska velur at arbeiða nakrar tímar um vikuna í parti av farloyvinum.
Í høvuðsheitum skjýtur Tjóðveldi upp:
At Lønta barsilskvotan verður longd við 8 vikum, úr í mesta lagið 34 uppí í mesta lagið 42 vikur við løn.
At fyrstu 14 vikurnar framvegis eru oyramerktar mammuni, men restin – 28 vikur – kann skipast sum kvota yvir longri tíðarskeið – í mesta lagið 104 vikur.
At av teimum 8 vikunum eru 4 vikur til mammuna og 4 vikur til pápan. Familjan ger tó sjálv av, um hon vil býta øðrvísi ímillum foreldrini.
At barsilskvota, sum verður nýtt aftaná 52. viku, má skipast í avtalu arbeiðsgevara.
At foreldur, sum fáa fleiri enn 1 barn í senn, fáa 4 vikur eyka fyri hvørt barnið.
At støk foreldur fáa fulla kvotu og at skipanin fyri foreldur sum ættleiða, verður longd samsvarandi.
Við hesum broytingum verður barnið sett í miðdepilin, við tað at grundarlagið fyri at foreldrini kunnu vera longri heima hjá barninum, verður styrkt munandi. Samstundis fær arbeiðsgevarin høvi at varðveita tilknýtið til dýrmæta arbeiðsmegi.
Fitt eftir á mál
Vit velja í hesum umfari at raðfesta tað at leingja og smidliggera skipanina, tí alt ber ikki til at gera innan verandi karm. Men, nógvir tættir eru eftir at bøta. Eitt nú betri viðurskifti fyri lesandi í barnsburðarfarloyvi og serligar treytir fyri foreldur at ov tíðliga føddum børnum.
Og, barsilsgjaldið má gerast eftirlønargevandi. Tí ein beinleiðis avleiðing fyri kvinnur, sum fara í barnsburðarfarloyvi, er, at tær verða afturúrsigldar í mun til eftirløn. Tað er ómetaliga umráðandi, at hesin spurningur verður loystur, og má politiski myndugleikin tí sum skjótast fara í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um hetta.
Markið fyri útgjaldi forðar pápum
Tá lógin um barsilsskipan kom í 2001, var markið fyri útgjaldi 35 000 kr um mánaðin. Longu í 2004 var hetta tó lækkað niður í 25 000 kr, og upphæddin verður ikki prístalsviðgjørd. Hetta stak óheppið, tí tess lægri hámarkið er, tess minni sannlíkt er tað, at pápin tekur part av farloyvinum. Í nógv flestu førum tjena páparnir meira enn mammurnar, og familjan missir tí lutfalsliga nógv fíggjarliga, fer pápin í farloyvi.
Hámarkið rakar eisini fyrst og fremst tey, sum starvast hjá tí privata, tí tey flestu alment settu hava sáttmálaásettan rætt til fult lønarendurgjald í farloyvistíðini. Tað hava tey flestu á privata arbeiðsmarknaðinum ikki, og er hámarkið tí við til at gera stóran mismun ímillum alment- og privat sett. Hetta er tó eisini ein spurningur, privati arbeiðsmarknaðurin má vera við til at loysa.
Vónandi verður undirtøka í Løgtinginum fyri at gera hesa góðu og neyðugu útbyggingina av barsilsskipanini.