Tol skal til hjá teimum, sum vilja sleppa at ættleiða eitt barn úr fremmandum landi.
Tað er ein langur vegur, frá tí ein hjún taka avgerðina um at ættleiða, til tey kunnu taka ímóti barninum.
Og nú er tann tíðin longd meira enn. Eitt nú tekur tað nú umleið seks ár at fáa eitt barn úr Kina, og bíðilistin til børn er nú so langur, at fleiri koma ikki á listan.
Í Føroyum bíða nú 25 familjur eftir at sleppa at ættleiða. Øll hava ikki bíðað líka leingi, men biðilistin er vaksin, upplýsir Ríkisumboðið.
Ein orsøk kann vera, at summi lond, sum lata børn av landinum til ættleiðingar, hava hert krøvini til teirra, sum skulu ættleiða. Krøvini eru ymisk frá landi til land.
Nøkur lond vilja lata støk ættleiða børn, men bara Vjetnam hevur viljað latið børn til stakar menn. Ógreitt er beint nú við bíðitíðini at fáa børn úr Vjetnam. Bíðilistin er sera langur.
Nógv børn eru komin til Føroya úr Kolumbia. Nú er bíðilistin har fýra ár, men vilja fólk ættleiða børn yvir sjey ár úr Kolumbia, kunnu tey fáa barnið fyrr.
Bíðitíðirnar til at fáa børn úr Fjareystri eru langar í flestu førum, men tað gongur skjótari at fáa børn úr Afrika.
Mannagongdin
Tá ið fólk hava tikið avgerðina um at ættleiða, skulu tey fyrst av øllum senda eina umsókn til Ríkisumboðið.
Viðurskifti teirra verða væl og virðiliga kannað, og áðrenn tey verða góðkend sum ættleiðingarforeldur, verður málið lagt fyri føroyska ættleiðingarráðið, har læknaligur, løgfrøðiligur og sosialur serkunnleiki er umboðaður.
Hetta kann taka upp í eitt ár.
Ikki fyrr enn góðkenningin er komin ber til at søkja um at fáa eitt barn at ættleiða og velja landið, sum tey vilja hava barnið úr.
Men áðrenn tað ber tó til at venda sær til donsku stovnarnar Danadopt ella AC Børnehjælp, sum umsita ættleiðingar.
Góðkenningin sum ættleiðingarforeldur er fyri trý ár. Hava tey enn einki barn fingið tá, kann góðkenningin longjast við tveimum árum.
Men hava tey einki barn fingið, tá ið fimm ár eru farin, mugu tey ígjøgnum alt eina ferð enn.