Aftaná at hava spælt við NSÍ í næstbestu deildini fer André Olsen nú at royna seg á Skála, sum hevur lið í effodeildini.
Í longdini er tað ikki so áhugavert at spæla í næstbestu deildini, og nú vil André Olsen sleppa at royna kreftir við bestu deildina aftur.
André Olsen heldur seg ikki seta nakað met í Eysturoynni við at spæla sín fyrsta dyst fyri Skála. Hann heldur ikki, at tíðin í NSÍ eigur at teljast við, tí hon var á næstbesta liðnum. André Olsen hevur annars spæla effodeildardystir við B68, Víkingi og ÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við André Olsen í fótbóltspanelinum á Rás2.