Longdi armurin hjá Føroyum

Johs Bruun Bindslev er kunningarstjóri hjá Erhvervscenter Nordjylland. Hann sigur, at í Norðurjútlandi hava tey altíð kent seg sum longda armin hjá Føroyum í Danmark.

Av teimum donsku stevnuluttakarunum á Faroexpo eru teir allarflest úr Norðurjútlandi. Johs Bindslev, sum sjálvur er ættaður úr Skagen, heldur tað ikki verða løgið.
- Tað hava altíð verið nógv føroysk áhugamál í Norðurjútlandi, og vit hava altíð kent okkum tætt knýttar við føroyingar, sigur hann.

Altíð havt áhuga fyri Føroyum
Johs Bindslev sigur, at hann sjálvur altíð hevur havt ein serligan áhuga fyri Føroyum. Ein av orsøkunum er, at pápi hansara átti Skagens Avis, og har hevði hann eitt skifti ein føroying í læru sum blaðmann. Føroyingurin, sum lærdi hjá pápa Johs Bindslev, var eingin annar enn Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting.
- Í Skagen eins og í Hirtshals, Fredrikshavn og øðrum størri plássum í Norðurjútlandi er tað fyrst og fremst fiskivinnan, ið nógv fólk liva av. Nógvir føroyingar starvast innan fiskivinnuna í økinum, og tað hevur eisini verið við til, at man altíð hevur havt ein ávísan kunnleika um Føroyar, sigur Johs Bindslev.
Hann sigur eisini, at sum heild er rættuliga stórur áhugi í vinnulívinum í Norðurjútlandi fyri Føroyum, og í hesum sambandi vísir hann á eitt konkret dømi.
- Tá ið eg fór undir fyrireikingarnar til hesa stevnuna og kunnaði limirnar hjá okkum um stevnuna, vóru tað ikki færri enn 35 fyritøkur, ið sýndu stevnuni áhuga. Sjálvsagt er luttakaratalið nakað væl minni, men áhugin fyri Føroyum er framvegis rættuliga stórur, sigur Johs Bindslev.

Porturið til Danmark
Í sambandi við kommunalreformin í Danmark verður Hanstholm í næstum eisini partur av Erhvervscenter Nordjylland, og tá fer áhugin fyri Føroyum ikki at verða minni, heldur Johs Bindslev.
- Hanstholm er jú tað føroyska portrið til Danmarkar, tí tað er har, at Norrøna siglir til, og tí leggja túsundtals føroyingar leiðina umvegis Norðurjútland á hvørjum ári. At flutningssambandið sjóvegis millum Føroyar og Norðurjútland eisini er so mikið gott, hevur stóran týdning fyri vinnulívið í báðum økjunum, heldur Johs Bindslev.
Kunningarstjórin hjá Erhvervscenter Nordjylland heldur, at tað vinnulívið í Norðurjútlandi og Føroyum hava ótrúliga nógv felags áhugamál, og tí haldi eg, at samstarvsmøguleikarnir eru nógvir, sigur Johs Bindslev, sum sigur seg vænta, at nógv kemur burtur úr á Faroexpo.