KÍ stríðist fyri lívinum i EUROPA LEAGUE suðuri á Balkan. Nú vanliga leiktíðin er farin á Gradski leikvøllinum hjá Banja Luka í Banjaluka í Bosnia Hersegovina vísir máltalvan 2-1 til heimaliðið.
Fyri einari viku síðani vann KÍ 2-1 á heimavølli. Tí er neyðugt við longdari leiktíð fyri at finna samantalda vinnaran.
Heimaliðið legði seg eftir stórt korter á odda 1-0, tá ið klaksvíkingar ikki vóru nóg ansnir í sambandi við hornaspark.
Átta minuttir eftir steðgin javnaði Deni Pavlovic. Tað var eftir deyðbólt, sum Árni Frederiksberg tók sær av. Dani Pavlovic hevði avloyst skadda Odmar Færø longu í fyrra hálvleiki, og tá ið ein stórur tími var farin, noyddist Deni aftur av vøllinum. Tá varð Albert Ejupi settur inn á miðvøllin, meðan René Shaki Joensen fór aftur í miðverjuna.
Átta minuttir undan leikloki var tað Stefan Savic, sum av brotsteigarmarkinum skoraði til 2.1
Nú verður longda leiktíðin fyrireikað.
Banja Luka – KÍ 2-1 (1-0)
Á Gradski leikvøllinum hjá Banja Luka í Banjaluka í Bosnia Hersegovina
Dómarabólkur úr Bulgaria: Georgi Kabakov, Martin Margaritov, Diyan Valkov og Vladimir Valkov (4. dómari)
1-0: Nikola Sreckovic 17.
1-1: Deni Pavlovic 53.
2-1: Stefan Savic 82.
Fyrri dysturin endaði 2-1 til KÍ
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 28./Albert Ejupi, 69.)), Céderic Yambéré, Alexander Berntsson (Joseph Michael Williams, 106.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Børge Petersen, 106.), René Shaki Joensen (Dan í Soylu, 111.), Kristoffer Ødemarksbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldsstovu Petersen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal, Joseph Michael Williams, Latif Ahmed
Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Mark F. Jensen
Venjari: Espen Haug